Fólk eru røsk at hjálpa gomlum
Javnstøða: bæði kvinnan og maðurin er røsk at hjálpa sínum nærmast og gomlu, sum hava tørv á tí. Tað kemur kortini ikki fram í spurnarkanningini, hvør hjálpin er, sum verður veitt
Tey gomlu og annars óhjálpnu eru heppin, tí sambært teimum nærmast fáa 89 % av teimum eina hjálpandi hond, um tørvur er á tí. Hetta vísur Gallup kanningin hjá Javnstøðunevndini. Hinvegin, so ber ikki til at vita, hvør hjálpin er, sum hesi fáa og hvussu nógv hjálpin er.
Í yvir helvtini av førinum er tað eins nógv kvinnan og maðurin, sum hjálpa eldri familjulimum og øðrum, sum hava tørv á tí. Annars er tað 24 % mest ella einans kvinnan mótvegis 4 % har maðurin hevur høvuðsábyrgdina av at hjálpa teimum gomlu.
Ósemja
Tað stuttliga er eisini, at kvinnur og menn eru eitt sindur ósamd. T.d. siga 12 % av kvinnunum, at tað eru einans tær, sum hjálpa teimum eldru familjulimunum meðan einans 6% av monnunum vilja vera við, at tað einans eru kvinnurnar, sum hjálpa teimum, sum hava tørv á tí.
Hinvegin, so halda fleiri menn, at tað ongin er, sum hjálpir teimum gomlu ella øðrum familjulimum, sum hava tørv á tí. Tølini fyri hetta eru ávikavist 13 fyri mennirnar og 9% fyri kvinnurnar.
So er spurningurin, um kvinnurnar hava lyndi til at yvirmeta sín leiklut ella menninir ikki hava hóming av, hvussu nógv tær í veruleikanum gera.
Hinvegin, so skal bókurin »ongin« heldur ikki undirmetast. hetta er uml 10 hvør av teimum, sum hava svara.
Hjálp uttanífrá
Tað mest undrunnarverda við svørunum upp á spurningin, »hvør hjálpir...« er helst, at tað einans er 1 % har tað eru onnur, t.d. børnini, omman, abbin ella húshjálpin, sum hjálpa familjulimum, sum hava tørv á tí.
Hinvegin, so er spurningurin soleiðis háttaður, at hetta svarið helst var væntandi. Tað ber til at ímynda sær, at tað eru nógvir ymiskir partar, sum hjálpa teimum óhjálpnu, men í sjálvari spurnarkanningini ber einans til at geva eitt svar, tí kann tað vera torført hjá tí sum svarar, at geva eina veruliga mynd av veruleikanum.
Hvør er hjálpin
Spurningurin er eisini, um hesi svørini kunnu brúkast til so øgiliga nógv. Tað ber sjálvandi til at staðfesta, at kvinnan og maður í helminginum av førinum hjálpa eins nógv til, at í hinum førinum er tað serliga kvinnan, sum tekur eina hond í.
Hinvegin, so sigur kanningin einki um, hvørjar uppgávurnar eru, sum hesi fólk gera fyri eldri familjulimir ella aðrar familjulimir.
Svarar hjálpin nøkulunda til tær somu uppgávurnar, sum ávikavist kvinnan og maðurin gera heima hjá sær sjálvum? Ella er talan um heilt aðrar uppgávur?
T.v.s. so hjálpir kvinnan kanska serstakliga við reingerð, at vaska klæðir, keypa inn og gera mat, meðan maðurin ger ábøtur á húsinini, heldur kjallaran, flettur, vaskar bil o.t.
Tað kundi verið áhugavert at kanna nærri, hvørjar uppgávurnar eru og um kynini bæði gera øðrvísi uppgávur fyri síni nærmastu enn tey gera við hús ella um sama mynstur er galdandi her.